Lívfrøði - fjørutúrur
Í samband við lívfrøðiliga margfeldi í Føroyum, sum næmingar skulu verða upplýstir um, hevur 7.ð verið í fjøruni og leitað eftir livandi verum. Tað var høg flóð, so tað var avmarkað, hvat vit funnu, men hóast tað, so er okkurt komið í kassan. Ein tarabrosma var fangað og so eitt slag av yngul, sum vit ikki eru kend við. Eftir at hava hugt í bókina Fiskar, kunnu vit siga, at talan møguliga er um strenting, sum livir inni við land í taranum. Hann kann blíva upp til 22 cm, men í Føroyum verður hann neyvan meir enn 16,5 cm. Hesir báðir, vit funnu, vóru áleið 7 cm.