Sólarris - upplestur fyri børn 2022

18. november 2022

Sólarris - upplestur fyri børn

Í lýsingini í hesari vikuni hava 3. flokkarnir, ein í senn, verið til upplestur á bókasavninum á Skúlatrøð. Hetta hava verið hugnaligar løtur í lýsingini.

Sólarris er afturvendandi lesitiltak í viku 46, sum Norðurlendska bókmentavikan skipar fyri.

“Endamálið við Norðurlendsku bókmentavikuni er at breiða út kunnleikan um norðurlendskar bókmentir, at birta upp undir lesihugin og at fremja samhaldsfesti og samstarv á ein øðrvísi og spennandi hátt.”

Tað eru javngomul børn í øllum norðurlondum, sum hoyra somu søgu upplisna samstundis.

Evnið í ár er náttúran í norðurlondum. Bókin til yngru lesararnar í ár er Um tú hittir eina bjørn eftir Malin Kivelä & Martin Glaz Serup.

Í bókini Um tú hittir eina bjørn eru vit skótin, sum fer inn í viðarlundina. Vit skulu ímynda okkum, at bjørnin kemur ímóti okkum, og hvat vit skulu gera, um hon vil leypa á. Vit fáa góð ráð um, hvat er skilagott og hvat er minni skilagott.

Hóast føroysk børn ikki skulu vænta at møta einari bjørn í viðarlundunum í Føroyum, so fingu vit eitt gott prát um, hvat vit høvdu gjørt, um tað skuldi hent, at vit hittu eina bjørn.

Í slíkum løtum er tað sjón fyri søgn, at børnum dáma ógvuliga væl at hoyra søgur – sannar, sum íspunnar og skemtiligar.

Ynskir tú at vita meira um Norðurlendsku bókmentavikuna, so kanst tú lesa her: https://www.nordisklitteratur.org/fo/