Útilív í 2.d

21. november 2022

Útilív í 2. d

 

Í 2. d hava tey nakrar tímar, tey kalla Útilív.

Fríggjamorgun gera tey ofta túrar úti í náttúruni, har tey uppliva ymiskt spennandi, læruríkt og áhugavert. Flokkurin hevur verið nakrar túrar síðani summarsteðgin. Hetta eru túrar, sum næmingunum dáma sera væl og túrarnir eggja til forvitni.

Næmingarnir eru klæddir eftir veðrinum og taka matpakkan við.

Teir hava millum annað hentað blómur úti í Grøv, tikið eplir upp, verið á fjalli og vitjað ein høsnagarð.

Fleiri myndir frá túrunum kunnu tit síggja her