Jólakalendarin fær góða undirtøku

7. desember 2022

Í ár hava vit aftur jólakalendara á bókasavninum.

Hvønn skúlamorgun er ein nýggj lúka at lata upp og handan lúkuna goyma seg spurningar um bøkur og persónar og annað.

Kalendarin liggur á heimasíðuni, og flokkarnir fara hvønn morgun saman við læraranum at opna lúkuna og svara spurningunum. Dagfesting, navn og flokkur verða so skrivað á ein lepa saman við svarunum til spurningarnar og síðani latin í ein kassa. Tá skúladagurin er liðugur, verður trekt um ein ella tveir vinnarar, sum fáa ein vinning, onkra leiku.

Spurningarnir aftanfyri lúkuna í dag 7. desembur vóru nakrar bøkur, har titlarnir vóru burtur, og so skuldi næmingarnir finna útav, hvussu bøkurnar itu ella hvørjir høvuðspersónarnir vóru.

Fyri at finna svarini til lúkuspurningarnar í dag, kom 2. flokkur á bókasavnið at leita eftir bókunum við røttu myndunum á. Sigast má, at tey veruliga gingu upp í sína uppgávu og funnu tey røttu svarini.

Vilt tú vita meir um jólakalendaran hjá bókasavninum á Skúlatrøð, so far inn á leinkjuna her