Einglar hoyra jólunum til

7. desember 2022

Einglar hoyra jólunum til

 

Í evning verður mangt og hvat evnað. Seinastu vikurnar hava næmingar í 4. flokki og í Ziska 1 gjørt jólaeinglar.

Í júst hesi uppgávuni fáa næmingarnir møguleika at arbeiða við fjølbroyttum tilfari, tí høvdið er gjørt úr ull og kroppurin úr leiri. Ullin verður fyrst tøvd og síðan evnað til rundan bólt við at brúka heitt vatn og uppvaskisápu.

Vit hava tøvt ullabollarnar, andlitini, við at brúka heitt vatn og uppvaskisápu og so rulla og rulla í lógvanum til tað er passaliga runt og tætt. Mynstrið á einglinum er av einum endurnýttum dúki, sum er keyptur i Blákross.

Tað var stuttligt at arbeiða við ull og leiri til ein og sama lut.