Beatboxing á Skúlatrøð

8. desember 2022

Í morgun vitjaði dugnaligi beatboxarin Kristoffur Sørensen av Viðareiði við einum beatboxinnslagi til morgunsangin.

Næmingarnir vóru rættiliga hugtiknir av hesum og undraðust á, hvussu so nógv ymisk ljóð kundu koma frá einum munni í einum. 

Eitt kynstur, sum kann geva onkrum íblástur at royna seg við hesum persónliga ljóðføri.

Eitt hugtakandi innslag tíðliga á morgni.