Sjónissurnar - jólaleikurin 2022

20. desember 2022

 

Jólaleikurin 2022

Fríggjadagin og týsdagin varð lusiagongd og jólaleikurin fyri skúlanæmingum og foreldrum.

Fríggjadagin var grunddeildin til sýning, og mánadagin skuldi miðdeildin hyggja, men tá skúlagongdin var avlýst vegna veður, so vóru heili tríggjar sýningar týsdagin. Hádeildin var til sýningina kl 8:00 og miðdeildin var kl. 10:15. Um kvøldið var sýning fyri foreldrum og avvarðandi.

Leikpallurin var snøggur og vakur - eitt sjórænaraskip.

Leikurin eitur Sjónissurnar og snýr seg um kongsdóttrina Vanilju, sum er rænd av sjórænarum. Hon býr á Grannoynni.

Tað er krisa, tí Vanilja plagar at hjálpa pápa sínum Konfekt at pynta oynna. Pápin eitur Konfekt, tí hann elskar konfekt.

Vanilja verður tikin til ein vitleysan kaptein, men umborð á skipinum eru nissur, sum hjálpa prinsessuni at sleppa heim.

Ein stuttligur leikur og góðir leikarar.

Lusiagongd var eisini og næmingarnir høvdu eisini framleitt nakrar stuttligar filmar.

Nú stundar til jóla.