Nógvar nýggjar bøkur

16. januar 2023

Nýggjar bøkur á bókasavninum


Nú eru nógvar nýggjar bøkur komnar. Her eru nógvar ymsar yrkisbøkur og fagrar bókmentir.

Vit hava fingið Børnenes rekordbog, bók um spøl í ymsum londum, um vistfrøði og veðurlagsbroytingar, húðina hjá tannáringum, um steinar og egg, um at gerast sjúkrarøktari, um stjørnumyndir og sosialu miðlarnar og allar møguligar aðrar bøkur um fitt djór, spenningssøgur og forelskilsi og mangt annað.

Kom inn á bókasavnið og forvitnast og vita, um ikki onkur bók er júst tann tú tímir at lesa.