Miðlavanar í 4. flokki

31. januar 2023

Góðir miðlavanar í 4. flokki

 

Mánakvøldið 30. januar bjóðaði SSP foreldrum í 4. flokki til felags foreldrafund. SSP stendur fyri skúli, sosialir myndugleikar og politi – eitt fyribyrgjandi samstarv millum stovnar.

Evnið á fundinum var Góðir miðlavanar.

 

Endamálið hjá SSP er at fyribyrgja kriminaliteti og mistrivnaði.

 

Orsøkin til, at SSP viðger miðlavanar hjá børnum og ungum er tí, at stóra skíggjanýtslan í nógvum førum hevur avleiðingar og kann føra mistrivnað og kriminalitet við sær.

 

Mánamorgunin, áðrenn fundin við foreldrini, var umboð fyri SSP Súsanna í Króki og vitjaði 4. flokkarnar, har hon prátaði við næmingarnar um teirra skíggjanýtslu og miðlavanar. Prátið við flokkarnar um morgunun var grundarlagið undir viðgerðini og prátinum á fundinum við foreldrini um kvøldið.

 

Tað eru bæði fyrimunir og vansar við at ferðast á netinum. Tú kanst hava eitt stórt netverk av vinum á netinum, men tú kanst eisini verða útsettur fyri happing og øðrum óheppnum.

 

Tað er umráðandi, at foreldur vita, hvat síni børn gera á netinum, tí tað kemur fyri, at tey verða útsett fyri skemd, happing, grooming og øðrum. Grooming er, tá eldri persónar geva seg út fyri at vera børn, fyri at koma í samband við børn á netinum. Her er neyðugt við vaksnum eftirliti, tí tað er lættari at happa og forføra á netinum enn í veruleikanum.

 

Næmingarnir ferðast nógv á netinum og spæla nógv ymisk spøl. Nøkur spøl kunnu hava eitthvørt mennandi við sær, men tað eru als ikki øll spøl, sum hava tað. Tað er serliga eitt kent spæl GTA, sum hevur 18 ára aldursmark. Hetta spælið er harligt í orði og atburði. Her snýr tað seg um at bróta lógir, drepa og neyðtaka. Tað er ein orsøk til, at hetta hevur 18 ára aldursmark.

 

Fyri at fyribyrgja mistrivnaði og kriminaliteti í einum felagsskapi við børnum og ungum, so hevur eitt gott foreldrasamstarv ógvuliga stóran týdning. Her mugu foreldur standa saman og finna felags reglur fyri felagsskapin og heldur hugsa um felagsskapin enn sítt egna barn.

 

Ein góð avtala millum foreldur um skíggjanýtslu og hvørji spøl kunnu spælast kann vera fyribyrgjandi og mennandi fyri ein felagsskap og tí eisini fyri ein skúlaflokk.