Hvussu verður norðlýsið til?

1. mars 2023

Norðlýsið á himmalhválvinum

 

Seinastu kvøldini hevur norðlýsið dansað livandi og vakurt á himmalhválvinum, og hetta hava nógvir føroyingar eisini sæð.

 

Hetta er ein føgur sjón, sum fleiri gerast bergtikin av. Litirnir eru grønt, reytt, gult og blátt og kunnu geva eitt rættiliga stórsligið lit- og ljósspæl á luftini. Norðlýsið sæst mest á vetri, tá kalt og klárt er.

 

Fleiri undrast kanska á, hví norðlýsið er og hvat tað er, sum ger norðlýsið.

 

Í grundini er tað sólin, sum hevur ein stóran leiklut í norðlýsinum.

 

Á sólini eru gassspreingingar alla tíðina, og sólin sendir sostatt harðar stormar við evarska smáum løddum bitlum móti jørðini. Bitlarnir ella støv, sum hetta eisini er, koma so inn í magnetøkið, sum er um jørðina.

 

Norðlýsið verður gjørt í magnetøkinum um jørðina og trýnur fram, tá løddu bitlarnir frá sólini koma inn í magnetøkið og fara við rúkandi ferð ímóti norðpólinum og suðurpólinum. Teir bitlarnir, sum fara móti suðurpólinum skapa suðurlýsið og teir, sum fara móti norðurpólinum skapa norðlýsið.

 

Bitlarnir koma við nógvari ferð inn í lofthavið, men steðga so brádliga, og tað er tá, at ljósið verður sterkt og livandi á luftini.

 

Tað er altíð norðlýsi og suðurlýsi við pólarnar, men tá tað koma nógvir bitlar frá sólini, ella tað er nógv ógvusligt órógv í magnetøkinum um jørðina, so kann norðlýsið røkka longur suður enn vanligt. Og tað er hetta, sum er hent seinastu dagarnar. Danir hava upplivað hetta sjáldsama fyribrigdi og havt møguleikan at sæð norðlýsið í Danmark, sum ikki er so vanligt har.

 

Vit, sum búgva í Føroyum, síggja javnan norðlýsið, men ymiskt er, hvussu sjónligt og sterkt tað er. Fólk, sum búgva norðalaga í Noregi, í Íslandi og Svøríki síggja javnan norðlýsið.

 

Fólk, sum eru bitin av at taka myndir av sjáldsomum náttúrufyribrigdum so sum norðlýsinum, kunnu ferðast langan veg og leggja nógv fyri, fyri at fáa myndir av norðlýsinum.

 

Tey, sum enn ikki hava upplivað at síggja norðlýsið, hava nakað at síggja fram til.

 

Tað finnast appir og forsagnir, sum kunnu siga, nær norðlýsið verður, hvar tað verður at síggja, hvussu langt suður tað røkkur og hvussu sterkt tað verður.

 

Ynskit tú at síggja eina stutta frágreiðing um, hvussu norðlýsið verður til, so er ein góð frágreiðing uppá góðar 4 minuttir í filmsbrotinum her