Frálík framførsla frá HeartBeat

29. mars 2023

Mikumorgunin 29. mars var Listaleypurin og vitjaði við eini framførslu. Tað var danski bólkurin HeartBeat sum rúnarbant næmingarnar í miðdeild.

HeartBeat reisir runt við skúlakonsertum, og teimum dámar sera væl at framføra fyri skúlanæmingum. tí teir siga, at næmingar eru so erligir og so við uppá tað.

Tað, sum er serligt við hesum konsertum er, at næmingarnir eisini verða tiknir við í framførsluna.

Tað eru rútmur allastaðni rundan um okkum, og tí er tað lætt hjá øllum at royna seg við at spæla við rútmum.

So tit foreldur, um børnini spæla trummur og finna rútmur ymsastaðni heima, so er bara at hava tol. So eru tey rútmisk, og tað er gott.

Meir um HeartBeat her

her

og her

Samansett filmsbrot kunnu síggjast her