Til SkúlaFM í íverksetan

30. mars 2023

 

Fríggjadagin 24. februar var finalan í SkúlaFM í íverksetan í Norðurlandahúsinum.

 

SkúlaFM er eitt samstarv ímillum Íverksetarahúsið, Barna- og útbúgvingarmálaráðið og skúlarnar kring landið.

Næmingarnir hava fingið undirvísing í íverksetan á skúlunum, og hava á tann hátt eisini arbeitt við at finna hugskot til nýggjar vinnur og fyritøkur, sum teir síðan hava ment.

SkúlaFM er ein vinnulig verkætlan, har sjóneykan verður sett á stovnsetan av egnum virki.

 

Tað vóru í alt 9 bólkar við í SkúlaFM finaluna í ár. Hetta vóru næmingar frá Skúlatrøð, NámX, Eysturskúlanum, Tofta- og Runavíkar kommunuskúla og skúlanum við Løgmannabreyt. Av teimum 9 bólkunum vóru 3 frá Skúlatrøð. Tveir bólkar úr 8. flokki og 1 bólkur í 10. flokki.

 

Bólkurin í 10. flokki hevur verkætlanarbreyt hvønn fríggjadag og í hesum sambandi hava ungu menninir gjørt eina verkætlan um kálk úr føroysku náttúruni til føroysku náttúruna. Hesir kallaðu seg TESTA og vildu veita kálk til urtagarðar og privatfólk,og so seinni møguliga eisini størri nøgdir til bøndur.

 

Tann eini bólkurin í 8. fl. hevði lagt seg eftir at menna eina fyritøku innan ferðavinnuna og skapa møguleikar fyri upplivingum í føroysku náttúruni. Hetta snúði seg um ein rennistrong á Viðareiði.

 

Hin bólkurin í 8. fl. hevði sett sær fyri at gera eitt gott húðkrem til føroysku húðina, sum liður nógv undir føroyska skiftandi veðurlagnum.

 

Allar verkætlanirnar áhugaverdar og spennandi.

 

Vit ynskja næmingunum góða eydnu við verkætlanunum.