Skjaldbøkusmákøkur til páskirnar

31. mars 2023

Góðar smákøkur til páskirnar

 

Úr køkinum á Skúlatrøð angar mangan væl av nýbakaðum smákøkum, skuffukøkum og øðrum. Hesar seinastu vikurnar hevur angað serliga væl av smákøkum.

 

Nógvar góðar smákøkuuppskriftir eru at finna bæði á netinum og í bókum. Á bókasavninum eru nógvar spennandi bakibøkur. Ein av teimum nýggju bókunum, er bakibókin hjá Micki Cheng “Din bedste bagebog”. Micki Cheng er kendur fra “Den store bagedyst”, har hann var ein av luttakarunum.

 

Køksholdið í 8. flokki hevur seinastu tíðina gjørt nakrar av uppskriftunum. Tann seinasta uppskriftin, sum holdið royndi var Skjalbøkusmákøkur. Hesar vóru sera leskiligar, og so stuttligar at gera.

 

Tit eru vælkomin inn í bókasavnið at læna hesa bókina við leskiligu uppskriftunum.

Hesar smákøkurnar eru góðar, nú páskirnar standa fyri framman.