Reinur og fríur Klaksvíkar býur (skúlagarður)

12. apríl 2023

Skúlatrøð hevur eina ruddingarskipan, har allir flokkarnir hava eiga sítt tørn at rudda skúlagarðin. Soleiðis kunnu vit hava ein ruddiligan og hampilidgan skúlagarð.

Skúlagarðurin er stórur og skjótt er til at rusk av ymsum slagi samlast í garðinum og leggur seg í støð, har vindurin førir tað.

Kavin hevur ligið tjúkkur í fleiri vikur og dekkað skúlagarð og rusk, so ikki hevur ligið fyri hjá flokkunum at rudda, men nú kavin er burtur, varð alt ruskið sjónligt aftur og góðar umstøður at rudda.

Í vikuni hava flokkarnir í hádeild ruddað. Hesaferð eru tað 9.a og 7.b. Eitt umráðandi evni at tosa um og viðgera í skúlahøpi eins og heima og samfelagsliga, er jú dálking. Eitt gott høvi at síggja, føla og tosa um dálking og órudd er nevniliga, tá tú hevur tað í hondini og sjálvur hevur eina hugsan um, hvat er dálking og hvat er órudd og nær rusk er til ampa fyri fólk.

Hylurin, sum tit síggja á myndini, er vanliga fullur av ruski og óruddi, men nú er han reinur og ruddiigur, bert fullur í vatni.

Dálking er fyri ein stóran part órudd, sum verður slept út í náttúruna og liggur har, inntil tað verður niðurbrotið og niðurbrótingartíðin er ymisk frá evni til evni.

Soleiðis kann eisini undirvísast í dálking og óruddi.