Bridge undirvísing í 7. flokkunum

2. mai 2023

Týsdagin 2. mai var undirvísingin nakað øðrvísi fyri 7. flokk, enn hon vanliga er. Hendan dagin varð undirvíst í bridge.

Tað er danin Morten Bilde, sum í nøkur ár hevur arbeitt við at skipa bridgeundirvísing í donskum skúlum við góðum úrsliti. Føroya Bridgesamband hevur gjørt avtalu við hann um at koma til Føroyar at leggja lag á. Vit hava eisini onkra eldsál á skúlanum, sum brennur fyri hesi hugaítrótt.

Bridge er ein hugaítrótt eins og talv og stuðlar upp undir fakligu menningina. Tað er nøkur ár síðani, at tað varð gjørt vart við, at brigde átti at komið inn í føroyska fólkaskúlan, eftir at góðar royndir vóru av hesum í donskum skúlum.

Í 2016 stóð grein á heimasíðuni hjá Skúlablaðnum við yvirskriftini Hví skúlabridge? Tað er Maria Vitalis Hansen, sum tá var kassameistari í Lærarafelagnum, sum skrivaði greinina.

Maria skrivar millum annað, at bridge stimbrar førleikan at hugsavna seg og at fokusera, at bridge motiverar til læring gjøgnum spæl og at finna loysnir til ávísar uppgávur. Tað betrar ta vanligu læringina, m.a. talfatan, minnið, sannlíkindi, tengjan, samanseting, fimisrokning og vágastøðið. Tað styrkir sosialt samanhald og sjálvsálit, eggjar skynsemi og stimbrar logisku- og støddfrøðisligu evnini, og so er tað ótengt at trúgv, kyn, aldur, mál og mentan.

At læra bridge sum ungur førir við sær, at læring gerst lættari. Gransking vísir, at innlæringin betrast við 22% innan støddfrøði og við 20% innan lesing, tá næmingarnir luttaka í einum skipaðum hugaítrótti, t.d. bridge.

Greinin, sum liggur á Skúlablaðnum, kann lesast her

Nú hava 7. flokkarnir á Skúlatrøð so fingið ein brellbita av, hvussu og hvat tað er at spæla bridge. Tit síggja nakrar myndir av degnum.