Børn og kritmáling

23. mai 2023

Tað er nakað serligt við kriti og børnum.

Krit kunnu brúkast til at tekna við, og um tú ikki ert so glaður fyri tekningina, ja, so regnar hon burtur, tá vatnið kemur. Nakað tað sama er við kritmáling, tó hon heldur longri enn kriti.

Kritmáling fer eisini burtur við tíðini, men hetta er eitt gott amboð, um tú skalt hugna tær á vegnum eina løtu við at skapa eitt úrslit, sum heldur nakað longur enn kriti.

Hetta er tíðin, tá veðrið loyvir okkum at vera úti og hugna okkum við ymiskum. Børnum dáma sera væl at tekna niður á vegin, og tað góða við kriti og kritmáling er, at regnið skolar hetta burtur við tíðini.

 

Í evning hevur 1.d hugnað sær við at gera kritmáling, sum tey síðani hava málað við.

Fyrst tóku næmingarnir stóru kritini og rivu tey niður og blandaðu vatn í, til hetta var nakað tjykkri enn mjólk. Síðani málaðu teir ymisk skap við ymsum litum niður á túnið við penslum. Hetta dámdu næmingunum ógvuliga væl, og vit síggja á myndunum, hvat kom burturúr.

Eitt gott hugskot og ein góð løta at skapa og læra.