Vitjan heilt úr Japan

23. mai 2023

Vitjan heilt úr Japan !

Ja, í dag hava næmingarnir havt japanska vitjan. Eftirsum næmingarnir hava áhuga í Japan og ymiskum japanskum vørum m.a. Pokémon, manga, sushi, tøkni og enntá málinum, avgjørdi stova Ziska 1 at leggja vanligu undirvísingina niður og fara í gongd við at granska meira um Japan.

Vit byrjaðu so bragdliga við japanskum bókstavum og orðum, men máttu skjótt ásanna, at vit vassaðu eitt sindur ov djúpt. Tí var tað ordiliga gott, at eitt starvsfólk kendi eina so fitta japanska kvinnu, sum so fegin vildi koma at hjálpa.

Í dag hevur Ruiko úr Japan verið og undirvíst Ziska 1 um Japan. Næmingarnir hava lært at skriva sítt egna navn, siga nøkur orð á japanskum, gjørt sushi, hoyrt framløgu um Japan og gjørt Origami figurar, sum stavar frá Japan.

Ruiko lærdi eisini okkurt føroyskt. Hon lærdi setningin “ tú ert ein sólstrála”. Næmingarnir lýstu eisini sum sólstrálir, so glað øll vóru fyri dagin.

Hetta var ein góður dagur, har høvi var at spyrja og svara, skapa og læra.