Nýggj dagføring um matarskipanina!!

23. mai 2023

Nýggj dagføring um matarskipanina

Nú eru fyrireikingarnar komnar so mikið áleiðis, at Lovisa, kostfakligur samskipari og Emma verkætlanarfólk, so spakuliga fara at byrja matarskipanina. Hetta er ein kunning frá teimum báðum til foreldur og avvarðandi.

 

Avgjørt er, at næmingarnir í miðdeild fara at geva okkum tær fyrstu royndirnar av, hvussu ein millummáltíð skal skipast inn í skúladagin.

Sum arbeiðið gongur nú, náa vit væntandi at bjóða eina millummáltíð nakrar ávísar dagar, áðrenn summarfrítíðina. Ætlanin er at borðreiða eitt ábit til fríkorterið kl. 09.30 og útseta matarsteðgin til kl. 11.15.

Í hesum tíðarskeiði arbeiða vit eisini fram ímóti at geva næmingunum í bæði grund- og miðdeildini møguleikan at sansa mat uppá ymiskar mátar, soleiðis at matur skal blíva meiri forvitnisligur og vónandi spennandi hjá næmingunum at læra meira um.

Eftir summarfrítíðina kemur miðdeild væntandi at halda fram. Síðani víðka vit royndartíðina við at taka hádeild uppí, og til seinast fara vit at gera okkum royndir við grunddeildini eisini. Nærri kunning kemur, so hvørt vit vita meira.

Viðvíkandi matvøru ovurviðkvæmi

Sum ein part av fyrireikingunum av matarskipanini, er umráðandi at fáa skjalfest, hvørjir næmingar hava matvøruovurviðkvæmi ella sjúkraavgerð (diagnosu), sum viðvíkur mati, sum t.d. cølaki ella laktosuintolerance. Hetta fyri at tryggja, at øll fáa gagn av matarskipanini.

Foreldur at næmingum, sum í samráð við lækna ella diætist, hava fingið staðfest ovurviðkvæmi, vinarliga útfyllið spurnarskjalið við at trýsta á hesa leinku. https://forms.office.com/e/AC3EeyKtdH

 

Ein góður matpakki og ein góð millummáltíð hava stóran týdning fyri skúladagin sum heild. Skúlin vónar, at næmingar og foreldur væl ímóti hesi verkætlan og eru opin fyri at royna fjølbroyttar millummáltíðir.