Evning og hugflog

26. mai 2023

Hugflogið skal hava frítt loft, um tað skal kunna flúgva

Í dag fór 3.d í evningsstovuna at gera ymiskt handaligt og ikki minst at finna uppá sjálvi - at brúka hugflogið. Øll eiga hugflog, og tað er ein góð venjing at royna sítt hugflog og síggja, hvat vit eru før fyri at skapa.

Tey gjørdu heimagjørt modelervoks, límaðu ymiskt og perlaðu.

Tey hugnaðu sær óført og nógv stuttligt kom burturúr, sum tit síggja á myndunum.