Ábit í skúlagarðinum

31. mai 2023

Í góða veðrinum í morgun fór matarskipanin í gongd.

Í fríkorterinum kl. 9.30 í morgun fingu næmingarnir í miðdeild ábit í skúlagarðinum. Á matarskránni hesaferð var leskiligt grovbreyð v/súrepli og kanel og eisini sundurskornar bananir og agurkir.

Børnini tóku væl ímóti matarvogninum og hildu hetta vera spennandi at royna. Ein fyrimunir við ábitinum er eisini, at børn fara at royna ymiskt nýtt og føla seg trygg við at royna nýtt. Matarskráin er fjølbroytt og ymiskt verður borðreitt hvørjaferð.

Eitt ábit sum hetta er gott fyri blóðsukrið og tískil eisini gott fyri kroppin og heilan. Soleiðis er næmingurin betur fyri at vera saman við sínum floksfelagum og til at taka ímóti lærdómi. 

Hetta er nú farið í gongd og tillagingar verða gjørdar alt eftir tørvi og umstøðum.