Dagstúrur í Svínoy - 3.a
14. juni 2023
Týsdagin var 3.a dagstúr í Svínoy.
Veðrið var av tí allarbesta og gott var at sigla og koma upp á land.
Lagið var eisini gott og nógvir møguleikar vóru at hugna sær úti.
Flokkurin var boðin til pannukøkur og nýbakaðar bollar og síðan varð vitjað við minnisvarðan Dropin, sum er til minnis um tey, sum feigdin tók av báru, bergi, bakka og rók.
Restina av túrinum hugnaðu børnini sær í ánni og á vøllinum.











