“Tú most halda við KÍ”

15. juni 2023

Av og á fær skúlastjórin heilsan frá næmingum. Herfyri vóru nakrar sera fittar gentur, Rakul, Rebekka, Marita og Karin í 2. flokki og góvu skúlastjóranum nakrar tekningar við nøkrum heilsanum, m.a. um fótbólt. Tær vistu, at stjórin var ein Víkinga-fjeppari, og tað vildu tær broyta. Tær vildu heita á stjóran um heldur at gerast ein KÍ-fjeppari.

 

“Góði Vagn. Ikki hald við Víking - hald við KÍ”

 

“Góði Vagn. Kanst tú halda við KÍ - tú most ikki halda við Víking”

 

- Tað er kanska undarligt fyri summar næmingar, at skúlastjórin í Klaksvík ikki heldur við KÍ, men tú heldur vanliga við liðnum, har tú býrt, ella ert uppvaksin. Við onkran havi eg sagt, at um mamma ella pápi teirra fóru at arbeiða í Leirvík, so hevði tað tó ikki fingið tey at hildið við Víkingi. Soleiðis skal tað eisini vera.

 

Skúlastjórin ásannar, at Víkingur ikki er ein kappingarneyti hjá besta mansliðnum hjá KÍ í ár, men KÍ er meira og annað enn besta liðið.

 

- KÍ er ein felagsskapur, har nógv skúlabørn eisini íðka, og tí stuðli eg fult og heilt. Eg haldi altíð við okkara næmingum í kappingum – eisini tá ið teir spæla við KÍ - og ynski KÍ bestu eydnu, men eg eri ikki heilt blivin KÍ-fjeppari – enn.

 

Skúlastjórin takkaði fyri allar tær vøkru tekningarnar og sigur at enda, at tað altíð er sera lívsjáttandi at fáa heilsanir frá næmingum.

 

Tekningarnar frá næmingunum liggja við í uppslagnum.