Rørsludagur á rennibreytini

16. juni 2023

4. flokkur hevur havt rørsludag á rennibreytini

Í góða veðrinum í morgun høvdu 4. flokkarnir rørsludag á rennibreytini. 5 ymiskir postar vóru settir upp, og næmingarnir vóru býttir í 10 bólkar.

Postarnir vóru: Klædnastafett, gummistylvastafett, stein/saks/pappír, minustafett og rísposablak. Bólkarnir fingu stig fyri avrik og fyri samstarv.

Í steðginum fingu tey millummáltíð, sum í dag kallaðist Vikan, ið fór. Ordiliga lekkurt.

 

Hetta var ein góður dagur og børnini stuttleikaðu sær óført.