Í Mikladali

18. juni 2023

Stova 101 í Mikladali

 

Góða veðrið ger, at øll vilja sleppa út og njóta sólina og frísku luftina. Tað gjørdu tey í stovu 101 eisini.

í vikuni var stova 101 ein góðan túr í Mikladali, har tey hugnaðu sær í ánni við at fanga kombikk og spæla runt í bygdini og fáa okkurt gott at eta.

Veðrið var av tí besta sum sæst á myndunum og túrurin eydnaðist væl.