Sjeyndi í Føgrulíð

19. juni 2023

Vit hittust við rundkoyringina undir Fossum og gingu niðan á Háls. Síðani leiðina oman á Føgrulíð, har vit ótu matpakkan í grundini, har háskúlin stóð. Leiðina heimaftur varð gingið runt Klakkin, eftir bakkanum. Alt í alt ein frálíkur túrur í frálíkum veðrið.