Pylsur, sangur og horn
20. juni 2023
Í dag var seinasti skúladagur áðrenn summarfrítíðina, og tá verður altíð skipað fyri grilling og sangløtu.
Í dag byrjaðu vit dagin við at skifta stovur, síðan var farið út í skúlagarðin, har grilltoymið bjóðaði franskan hotdog.
Skúlahornorkestrið hevði eina frálíka konsert fyri okkum og Steintór Rasmussen leiddi sangløtuna, eins og skúlakórið við kórleiðarum eisini hevði nógv at bjóða.
Ein góður dagur!
Slíkar dagar síggja vit veruliga, hvussu nógv og gott tilfeingi livir og búnast á Skúlatrøð, har gróðrarlíkindini eru góð ❤️





