Nýggjar føroyskar bøkur
Vit hava fingið nakrar nýggjar føroyskar bøkur á bókasavnið
Hvør uppfann hetta?
Hvør uppfann bilin ljósperuna ella kovboybuksurnar, sum tú ert í? Einki, sum er rundan um teg, kemur av ongum. Evnaríkir uppfinnarar, vísindagólk og verkfrøðingar hava uppfunnið tað!
Egnar seg til grunddeild og miðdeild
Heimurin hjá Suffíu
Hvør ert tú? Hvaðani kemur heimurin?
Ein dagin fær Sufffía eitt bræv við hesum løgnu spurningunum. Tá byrjar eitt sjáldsamt vinalag ímilum forvitnu Suffíu og loyndarfull heimsspekingin. Spurningarnir hópa seg upp, og Suffía verður blakað út í eitt ævintýr og lærir eina rúgvu um heimin og seg sjálva.
Bók til ung
Georg er horvin
Georg er horvin og kemur ikki heim aftur. Hvar goyma kettur seg, sum hvørva? Hann er ikki í gamla húsinum, hvar mann hann vera og mann hann nakrantíð koma aftur?
Bókin egnar seg til grunddeild