Ormveran og fræini

22. august 2023

Heystið, fræini og ormverur

Um heystið eru nógv fræ í luftini, og tað er um heystið, at planturnar spreiða síni fræ fyri at nørast. Planturnar hava ikki bein og kunnu tí ikki sjálvar ganga runt og sáa seg, men tær fáa hjálp frá vindi, vatni og djórum at spreiða fræini víða um.

Fert tú ein túr í náttúruni nú, tað er heyst, so eru fleiri blómur við at vera avblómaðar. Eftir standa fræhylki og onnur ymist skapað fræ, alt eftir hvør plantan er, og hvussu tey skulu flyta seg úr stað.

Fyrsta evni í náttúru og tøkni bókini í 5. flokki er um fræ og spírar, og tí vóru nógv ymisk fræ í skúlastovuni í morgun. Har vóru millum annað fræ frá mýrisólju, reyðakkuleyu, snjallabjallu, sýruleggum og øðrum.

Tá vit vóru í ferð við at rudda fræini av sum best, sóu vit, at okkurt rørdi seg í rúgvuni. Tá var tað ein sera lítil ormvera, einar 9mm til støddar, sum hugnaði sær ímillum fræini. Hon royndi at fáa sær okkurt at eta. Teimum dámar jú væl at eta fræ, so har lá væl fyri.

Børnunum dámar serliga væl at síggja smáar livandi verur, og serliga ormverur eru spennandi.

Vit fingu eitt fínt filmsbrot við ormveruni, sum tit eisini kunnu sleppa at síggja her.