Lesiløturnar væl umtøktar
30. august 2023
Nú kunnu næmingarnir í miðdeild møta til lesiløtu á bókasavninum hvørt fríkorter. Ætlanin er, at hádeild eisini fær henda møguleika og vónandi verður undirtøkan góð.
Hóast upp ímóti 30 næmingar koma til lesiløtuna, so er løtan friðarlig og hugnalig. Lesarin fær frið at hugsavna seg um bókina, sum hann hevur við sær. Til lesiløtuna skal næmingurin ikki læna, men hava bókina, sum hann longu hevur lænt, við sær.
Lesiløtan er ein góður møguleiki hjá áhugaða lesaranum at njóta friðin og kunna trekkja seg frá mongdini av næmingum í fríkorterinum.
Lesiløturnar eru mjúkar, bleytar og hugnaligar <3



