Lívfrøði í 7. flokki - hvalspýggjur

30. august 2023

Hvørjar verur liva í nærumhvørvinum?

Vit eru umringað av livandi verum allastaðni har vit eru, so tað er upplagt at vekja forvitni og stimbra undran hjá okkara børnum og ungu.

Her er tað 7. flokkur, sum í lærugreinini lívfrøði er farin út í fríska luft at kanna, hvørjar verur liva í nærumhvørvinum.

Teir fiskaðu nakrar hvalspýggjur, sum tit síggja á myndunum. Hvalspýgga, eisini kallað Aurelia aurita, ella á enskum moon jellyfish. Hvalspýggjan inniheldur 98% av vatni og er klár á liti og slímut.


Hvalspýggjur liva av smáorganismum, so sum djóraæti og einkjarnudjórum.

Meira kunning um hesa hvalspýggju á naturporten.dk við at trýsta á her