Plantubørnini - fræini

31. august 2023

Fyri at sannkenna og læra, hevur tað týdning, at tú kanst seta ástøðiliga vitan í samband við nakað ítøkiligt, og tí er tað ein umráðandi partur fyri læring at gera praktiskar royndir og virksemi.

Tá næmingar í miðdeild skulu læra um fræ, sum er so smátt og tó eisini stórt, so hjálpir tað, um teir kunnu hava hesi í hondunum og millum fingrarnar.

Í 5. flokki hava næmingarnir havt fruktir og grønmeti við, sum so vórðu skorin sundur og fræini tikin úr. Nøkur fræ eru heilt lítil og onnur eru stór. Nøkur eru bleyt og onnur eru hørð og stór sum steinar, alt eftir, hvat slag av frukt og grønmeti tað er, og hvussu langt fræið skal ferðast.

Eisini lærdu næmingarnir nakað, sum undraði øll, at melón, græskar, agurka, tomat, banan og appilsin eisini eru ber. Tað var nýtt fyri tey.

Læruríkur tími.