Útilív

5. september 2023

Útilív – hvat er tað?

 

Útilív er ein av 6 lærugreinum í handaverk og list.

 

Útilív er, sum orðið sigur, útilív og endamálið við útilívi er at vera úti og læra.

Vinningurin við útilívi er, at næmingarnir eru í frískari luft og í rørslu, ímeðan teir uppliva, sansa og læra um nærumhvørvið.

Eitt av endamálunum við útilívi er, at næmingarnir læra at taka atlit til náttúruna, nærumhvørvið og onnur menniskju soleiðis, at teir síggja seg sjálvar sum ein part av samfelagnum og sínum nærumhvørvi.

Sum myndirnar vísa, so er hetta nakað, sum næmingarnir eru glaðir fyri. Hetta eru næmingar í 7. árgangi, sum hava verið ein túr niðri við kajkantin í býnum og fanga krabbar.