Nú vøksturin følnar og soppurin nørist
Í dag var farið út at leita eftir soppum, tí hesa ársins tíð er soppatíð.
Sopparnir eru ógvuliga vakrir og ymiskir. Teir eru ymiskir í skapi og liti, og vit kunnu undrast á og spyrja, hvørja nyttu sopparnir gera. Eitt er vist, at teir eru ikki bara til prýðis, teir hava heilt víst onkra uppgávu.
Um heystið, tá grasið følnar og leyvið fellur, tá vaknar soppurin undir jørð. Nú fær hann nógv at gera, tí hann skal jú niðurbróta og senda alt lívrunnið í ringrás, so tað kann endurnýtast aftur komandi vár.
Soppmóðirin, sum eru hvítir tunnir træðrir í moldini, livir undir jørð, og tá tveir soppatræðrir møtast, so kemur ein frukt burturúr, og hon skjýtur seg upp úr jørðini. Tað er soppurin, sum vit síggja og onkuntíð kalla fyri hundaland.
Soppurin spreiðir seg við grókornum, sum sita uppi undir flígginum undir hattinum á soppinum.
Í føroysku útgávuni Føroyskir soppar fært tú alt at vita um lívfrøðina hjá soppi. Bókina finnur tú her
Vit funnu fleiri soppasløg, men ikki er altíð lætt at eyðmerkja sopp, um hann er etandi ella ikki, og tí viðmæla vit ikki at eta soppin, uttan onkur serkønur gevur grønt ljós.
Altíð stuttligt og ríkt at undrast saman við forvitnum og ídnum næmingum.




















