Alis og evnafrøði í verki
Her er ein lítil brellbiti av, hvat 8. flokkur hevur arbeitt við í alis- og evnafrøði.
Evnið hevur verið metal, og nú hesin evnisparturin var liðugur, endaði flokkurin evnið við einari vitjan hjá KSS. Her fingu næmingarnir høvi at royna í verki, hvussu tey ymsu metallini arbeiða saman, eisini kallað sambræðing.
Tað mest vanliga tilfarið til sambræðing av stáli eru jarn, mangan, silicium og kol. Hesi verða brúkt í maskinum, skipum og bilum. At lodda við er sambræðingartilfarið blýggj og tin.
Eitt er at sita á skúlabonki og læra um ymsu evnini og teirra virki, men nakað heilt annað er at síggja og sannkenna í verki, hvussu hesi evnini ítøkiliga samstarva, hvar tey verða brúkt, hvussu tey síggja út, og hvat virki tey hava.
Heilt víst hevur tað týdning fyri fatanina og læringina, at undirvísingarevni verða ítøkiliggjørd.
Ein góð og stuttlig vitjan á KSS.








