Rennidagurin 2023

8. september 2023

Í góðum og lýggjum veðri var árligi rennidagurin í dag

Fyrst varð farið yvir á vøllin at hita upp, har 10. flokkur skipaði upphitingina, og so vórðu árgangirnir sendir avstað so við og við. Yngru næmingarnir hitaðu upp í gomlu miðhøll, áðrenn teir fóru at renna.

Fram við vegnum stóðu næmingar í 10. flokki og tryggjaðu, at rennarar komu trygt yvir um høvuðsvegin og eisini merktu hendurnar við liti, sum vísti, hvør teinur var rokkin.

Tá klokkan var gott hálvgum tólv, vóru øll komin á mál og fingu kakamjólk og súrepli.

Ein góður rennidagur