5.b á ferð í Hesti

14. september 2023

Á ferð í Hesti

Kenna vit okkara land? Vitja vit runt í okkara landi? Jú, tað gera vit!

Mánadagin 11/9 var 5.b ein túr úti í Hesti. Á Hestoynni er ein bygd, sum eitur Hestur. Oyggin er 6 fermetrar til víddar, og har búgva 15 fólk. Oyggin er 421m høg.

Í bygdini er ein svimjihøll, har vit hugnaðu okkum eina løtu. Veðrið var gott, so vit gingu okkum ein túr niðan frá bygdini, og yvir til vøtnini.

Ein avbera vakur túrur við vøkrum útsýni.