Píka7 og Strok komin

16. september 2023

Fríggjadagin komu barnabløðini Strok og Píka7 inn um dyrnar. Hetta eru altíð áhugaverd bløð, og øll kunnu finna okkurt, sum hugfangar. Hesaferð áttu næmingar á Skúlatrøð, og tí eisini vit øll á Skúlatrøð, tvær opnur og forsíðuna.

Tað eru nevniliga tónleikabólkurin SMÍL og tey bæði systkini á Húsum, sum eiga hesar síðurnar.

Vit kunnu lesa um genturnar í tónleikabólkinum SMÍL, sum er fyri øll børn í Føroyum og tey bæði systkini á Húsum, sum hvønn dag ferðast við SAM millum Kalsoynna og Klaksvík fyri at koma í skúla.

Í Píka7 kunnu vit lesa um, tá Askur ummælir spæliplássini í Haraldsundi og á Jørundsgøtu í Klaksvík.

Tú finnur heimasíåuna hjá STROK her

Tú finnur heimasíðuna hjá Píka7 her

Góð og viðkomandi føroysk bløð, sum eru fyri børn í skúlaaldri.