Sushi og chopsticks í 3.d
21. september 2023
Vit læra um Suðurkorea
14. septembur hevði 3.d eina heilt serliga vitjan. Tað er stuttligt og áhugavert at fáa vitjan, tí tá verða vit forvitin og læra altíð okkurt nýtt.
Tað var mostir Tóru, sum gongur í 3.d, sum vitjaði flokkin. Mostirin eitur Gunnvá, og hon kom at greiða flokkinum frá um Suðurkorea.
Gunnvá greiddi flokkinum frá; hon vísti teimum myndir av ymiskum, sum Korea er kent fyri, og læt tey uppliva okkurt, sum verður brúkt har. Tey hoyrdu nakað um landið, lærdu at halda chopsticks og sluppu at smakka sushi.
Næmingarnir í 3.d siga túsund takk til Tóru og mostir hennara fyri áhugaverdu og læruríku vitjanina. Nú vita teir nógv meir um Suðurkorea, enn teir gjørdu áðrenn vitjanina.







