Ullarmyndir evnaðar í djúphugsni

22. september 2023

Ull er hugnalig og fjálg

Ull kann vera hugnalig og fjálg at arbeiða við, og seinastu vikurnar hava dreingirnir í 5.d arbeitt við ull í lærugreinini handaverk og list. Teir hava veruliga verið kreativir og í djúphugsni.

Arbeiðshátturin verður kallaður nálatøving, har ein serlig nál verður brúkt at stinga ullina niður í toyið sum síðani verður føst. Soleiðis er møguligt at skapa myndir við ullini.

Tá hesin arbeiðshátturin verður nýttur, er neyðugt við einum bleytum undirlagi fyri at nálirnar ikki skulu brotna. Sum tit síggja á myndunum, so hava dreingirnir eina heila madrassu til undirlag, men hetta var eitt gott hugskot, tí nú var tað eisini hugaligari og sosialari at skapa og evna til, tí tað bar eisini til at práta og hava tað stuttligt av tí sama.

Nú eru ullmyndirnar lidnar og komnar upp at hanga, so vit øll kunnu síggja, hvat næmingarnir hava gjørt, og hvat ullin kann brúkast til. Dugnaligir og raskir dreingir.

Stak vakurt og flott!