Krabbar og krossfiskar - nýtt!
Nýtt
Fyri løtu síðani hava vit fingið ein stóran og tungan pakka. Vit eru altíð spentar, tá vit fáa pakka, tí vit vita, at tá vit fáa pakka, so eru altíð ella næstan altíð bøkur í, og vit elska at fáa bøkur.
Vit elska at fáa bøkur, tí tá vita vit, at vit koma at síggja fleiri stórar eygnakúlur hjá spentu og forvitnu lesarunum. Ungu lesararnir soyrja javnan um nýggjar bøkur og nýggj evni og serliga spyrja teir eftir nýggjum pørtum í bókarøðum, sum teir eru byrjaðir uppá.
Hesaferð hava vit fingið eina bók, sum nógvir lesarar í grunddeild leingi hava spurt eftir-. Tað er Sombigarðurin 6 - Ein sjúkur vinur.
Bøkurnar hesaferð eru Skemtikappingin og aðrar um vinalag og strævin foreldur og faktabókin Stjørnumyndir.
Hesaferð komu seks nýggjar krabbabøkur og tveir nýggir krossfiskar.