Anette Jahn rithøvundur á vitjan
Hósdagin var danski rithøvundurin og søgusigarin Anette Jahn og framførdi fyri miðdeild á Skúlatrøð. Hon framførdi Skiftingen eftir Selmu Lagerløff.
Tað er Jonna Færø, fráfarin lærari, sum var við Anettu Jahn og líkasum hevur slóðað fyri, at hetta gjørdist aktuelt á Skúlatrøð.
Skiftingen ella Býtisbarnið snýr seg um tvey børn, sum verða umbýtt – eitt menniskjabarn og ein trøllaungi.
Søgan er um barnið, sum er øðrvísi og verður hildið uttanfyri. Hvussu er tað at vera barnið, sum er hildið uttanfyri? Og hvat kann henda við tí persóninum, sum hevur dirvi at verja tann útstoytta? Hvat gera hini í bólkinum, og hvussu kann tað góða vinna á tí ónda?
Evnið, sum søgan viðger, er happing og kann samanberast við føroysku søgnina "Huldubarnið", sum snýr seg um áleið tað sama.
Framførslan av Skiftingen leggur upp til at arbeiða við evninum happing og kann hetta gerast í kristni, donskum og føroyskum.
Á heimasíðuni Måle fortælleteater liggur undirvísingartilfar til Skiftingen, og tað kunnu tit finna her
Undirvísingar-tilfarið hjá Anette vísir til "Skiftingen" af Selma Lagerlöff, men eisini "Zakeus" úr bíbliusøguni og "Hin mishátti dunnuungin" hjá H.C. Andersen.
Måle fortælleteater plagar at framføra í skúlum og kirkjum Í Danmark.
Durid Færø hevur havt samband við Jonnu Færø, sum fekk sambandið í lag, og hon hevði fyrireikað næmingarnar í 5.d til framførsluna og um evnið, so teir høvdu hoyrt søguna áðrenn. Onkur næmingur hevði eisini teknað myndir til, sum tit síggja.
Vit skulu heilsa frá Anettu og siga, at hon var bilsin av, hvussu musikalsk føroysku børnini eru. Hon legði merki til, hvussu væl tey fylgdu við og hvussu góða rútmu tey høvdu, tá tey skuldu klappa og siga sum ravnurin.
Tá nú Anette Jahn eisini er rithøvundur, og vit áttu bók hennara Froskurin Frýsi, sum er týdd til føroyskt, so fingu vit hana at skriva eina heilsan til børnini í hvørja bók og leggja eina mynd við.
Við sínum heilt serligu evnum at framføra og kynstri at siga søgu, megnaði Anette í meir enn ein tíma at trøllabinda allar 230 næmingarnar, so teir sótu við opnum oyrum og eygum og lurtaðu, og eisini at fáa teir við í at fortelja søguna saman við sær.
Ein góð og lærurík søga og ein fantastiska góður søguforteljari. Ein áhugaverdur og læruríkur fyrrapartur.
Niðast í uppslagnum síggja tit ein stuttan film frá framførsluni.
















