Vikan, ið fór - í miðhøllini
Vikan, ið fór – í miðhøllini
Morgunsangur er hvønn morgun í grund- og miðdeild, har sálmar verða sungnir og biðið verður Faðir vár. Onkrar morgnar er meir á skránni og hesa vikuna hevur okkurt meir verið fleiri morgnar.
Mánamorgunin skipaði Steintór fyri morgunsanginum, har hann sang og spældi saman við gentum í fjórða flokki. Tær tora og duga væl at framføra og so sungu øll eisini saman. Altíð hugaligt at hoyra glaðan barnasang.
Týsmorgunin var Gunrið við tíðindum frá bókasavninum um nýggjar og aðrar góðar bøkur. Dentur var eisini lagdur á, hvønn týdning lesing hevur og hvørjir fyrimunir eru við at lesa bøkur. Lesiátak verður beint eftir heystferiuna, og tá er gott at kenna okkurt gott mið, tá leitað verður eftir eini góðari bók.
Mikumorgunin var Lovisa og greiddi frá um matarskipanina. Hon tosaði við næmingarnar um at virða matin og umhvørvið og koyra restir og burturkastið í skrell og ikki aðrastaðni. Eisini tosaði hon um at halda seg til portiónirnar og royna tað nýggja, sum verður borðreitt.
Hósmorgunin sungu vit góðar sangir við góðum klaverspæli frá sjálvum skúlastjóranum Vagn. Vakrir sangir og kór, sungið við yndisligum røddum og forsangara.
Fríggjamorgunin - í morgun var vikuavbjóðing á skránni. Avbjóðingin hesa vikuna var tabell. Ein næmingur úr hvørjum flokki bjóðar seg fram og síðani verður kappast um, hvør hevur flest svar rætt. Her vann Josefine úr 5.b.
Ta einu løtuna var eitt øgiligt rumbul, tí nakrar vespur høvdu leitað sær inn gjøgnum dyrnar og vildu hava uppmerksemi, og tað fingu tær í dyggiligt mát.
Hetta eru hugnaligar morgunløtur, sum skapa trivnað og hugna og ikki minst skapa grundarlag fyri einum góðum læruumhvørvi.
Skúlin skal vera eitt gott stað at vera og eitt gott stað at læra.
Við nøkrum myndum fáa tit eisini ein smakk av skúladegnum á Skúlatrøð og kunnu eisini hoyra vakra morgunsangin.




















