Jólatræið í miðhøllini verður tendrað

1. desember 2023

Í dag er 1. desembur og vit hava sett hol á jólamánaðin.

Í morgun skuldi jólatræið tendrast. Hetta var ein góð løta, har skúlakórið sang, skúlahornorkestrið spældi og Rógvi Vilhelm limur í næmingaráðnum segði nøkur orð um, hví vit halda jól. Síðani var tað næmingur í 1. flokki, sum tendraði jólatræið.

Ein góð løta, har næmingar í grunddeild og miðdeild eru saman um sang og upplivingar í stóru miðhøllini.

Niðanfyri eru filmsbrot av sangi hesa løtuna.