Lítla kavagentan - russisk jólasøga
6. desember 2023
Lítla kavagentan
Nú er jólatíð, og jólatíðin kann vera eitt sindur rokalig og ófriðarlig til tíðir, og tá er gott at sleppa á bókasavnið at lurta eftir søgu. Á bókasavninum er nevniliga friðarligt, og her kunnu vit sita og njóta søgurnar í hugnaliga søgukrókinum, har bókavørðurin sigur frá søgum.
Í hesari vikuni hava 1. og 2. flokkur verið og lurtað eftir russisku jólasøguni Lítla kavagentan eftir Carolyn Croll.
Lítla kavagentan er søgan um hjúnini Katarinu og Pavel, sum vóru barnleys. Tey ynsktu sær so inniliga eitt barn og til endans gekk teirra ynski út.
Søgan er hjartanemandi, og børnini lurtaðu ógvuliga væl eftir søguni.
Her er eisini eitt lítið brot, har børnini syngja Lítla fitta nissa mín.



