Høvundurin Rakel Helmsdal vitjar á Skúlatrøð

2. februar 2024

Rithøvundavitjan á Skúlatrøð  
 

Føroyar lesa er ein verkætlan, sum hevur til endamáls at fremja góðan hugburð til lesing og eina góða lesimentan.  Føroyar lesa vilja varpa ljós á lesigleði og týdningin av at lesa, serliga á móðurmálinum. 

 

Seinasta átakið hjá verkætlanini Føroyar lesa er gjørt í samstarvi við Rithøvundafelag Føroya og er hetta átakið at bjóða skúlunum ókeypis rithøvundavitjanir.  Tað ger nemliga stóran mun fyri næmingar og teirra lesigleði, at hitta rithøvundin. 

 

Fyri at fáa ríkiligt gagn av eini rithøvundavitjan er neyðugt, at partarnir eru fyrireikaðir. Lærarin fyrireikar flokkin við at lesa bøkur ella tekstir eftir høvundin.  Eisini kann flokkurin arbeiða við evnum og fyrireika spurningar til høvundin. Høvundurin fyrireikar seg eisini í samráð við læraran og at svara spurningum frá flokkinum.  

 

Týsdagin 30. jan. var rithøvundavitjan á Skúlatrøð. 5.a hevði vitjan av Rakel Helmsdal, sum hevur skrivað bøkur til børn, ung og vaksin. 

Nýggjast bókin hjá Rakel Helmsdal er Toran gongur.  Toran gongur er ein hjartanemandi søga, har ótrúlig ting, sum eingin kundi ímyndað sær, veruliga henda. 

Søgan snýr seg um Auroru og Kaspian, sum sakna mammuna, sum rýmdi frá teimum og um Enaru og dóttrina Sirje, sum goyma síni stóru loyndarmál.  

Um náttina gongur toran, so tað buldrar og brakar í húsinum. Tá tey vakna um morgunin, er Sirje horvin – gentan, sum ongastaðni fer einsamøll – og tey mugu øll hjálpast at, um tey skulu finna hana aftur.  

 

Hetta siga tey í 5.a um vitjanina: 

“Í 5.a vóru vit spent at lesa bókina, tí vit vistu, áðrenn “hol varð sett á”,  at vit sluppu at hitta Rakel Helmsdal. Vit vóru meiri forvitin og eisini forvitin eftir at tosa við rithøvundan handan bókina og settu okkum nógvar spurningar. 

At vit lósu bókina í skúlanum, samstundis, sum Rakel Helmsdal sjálv las bókina í Barnaútvarpinum, var ein góð samanrenning.  

Tað var heilt serstakt at uppliva Rakel Helmsdal hendan týsmorgun og hoyra hana siga frá, hvussu hon fekk hugskotið til søguna, og hvussu hon við tónleiki, svimjing ella gongutúri fær insperatión. Tað var áhugavert at hoyra hana greiða frá, hvussu hon so evnaliga hevur skapað hvønn persón í bókini, hvussu hon hevur gjørt myndirnar og hví m.a persónarnir ikki hava vanlig andlit. 

Ein av okkara spurningum var: hvat kemur fyrst, mynd ella søga? Hví Sirje og Enara høvdu veingir?  Hvussu langa tíð tað tekur at skriva eina bók? 

 

Hetta var ein sera góð og kveikjandi løta.  Ein næmingur segði eftir løtuna: “eg ætli mær at verða rithøvundur."

Vit vóru saman við Rakel Helmsdal frá kl. 9 til kl. 11, og løtan fleyg avstað. Nú eru vit spent at lesa fleiri bøkur hjá Rakel Helmsdal.”  

 

Hetta sigur høvundurin um vitjanina á Skúlatrøð

 

“Týsdagin 30. januar var eg fyri fyrstu ferð í nógv ár og vitjaði ein skúlaflokk í tí høpinum, sum kallast ein Høvundavitjan. Á eini høvundavitjan hevur ein høvundur møguleika at tosa við sínar lesarar, og lesararnir kunnu spyrja um verkið. Hetta gevur báðum møguleika at samskifta runt eitt listarligt verk og er ríkandi fyri báðar partar.

5. flokkur á Skúlatrøð hevði lisið Toran gongur. Tað kendist, sum tey høvdu havt eina áhugaverda uppliving, meðan tey lósu hana og vóru forvitin eftir at vita meira. Spurningarnir vóru skilagóðir og førdu til áhugaverdar samrøður millum okkum.

Tað var rørandi fyri mítt høvundahjarta at hoyra tey nevna persónarnar í bókini við navnið, sum vóru tey verulig og tekningarnar, tey høvdu gjørt, kendust sum ein ferð inn í mína søgu, har søgan ikki longur bara var mín, men líka nógv teirra. Tað er hetta, sum er list: møti millum menniskju gjøgnum eitt listaverk, samskifti og felags upplivingar sum gera okkum øll eitt sindur klókari uppá verðina.”

 

Tað var imponerandi at eygleiða løtuna, har rithøvundur, næmingar og lærarar samskiftu aftur og fram um bókina, persónarnar, karmarnar og evnini.  

Lærari og næmingar vóru væl fyrireikað til vitjanina eins og rithøvundurin var væl fyrireikaður.  

Næmingarnir høvdu góðar og viðkomandi spurningar og fantastiska góðar tekningar, har tey veruliga høvdu sett seg inn í søguna og skapt sínar egnu figurar. 

 

Ongin ivi um, at bæði rithøvundur, næmingar og lærarar fingu nógv burturúr rithøvundavitjanini á Skúlatrøð 30. januar 2024.