Billie Eilish - ein av Grammy-vinnarunum 2024

6. februar 2024

Grammyvinnari 2024
 

Í nátt vóru Grammy-virðislønirnar fyri bestu tónleika- og videoframleiðslur í tíðarskeiðinum frá 1. okt. 2022 til 15. sep. 2023, handaðar.

 

Millum aðrar vinnarar, var Billie Eilish, sum gjørdi besta sangin í fjør, “What was I made for”, sum er úr Barbie-filminum.

 

Væl umtókti Barbie-filmurin frá í fjør vann bæði fyri sjálvt ljóðsporðið (Barbie: The Album) og hartil vann Billie Eilish fyri besta sang, “What was I made for”. Tit kunnu lesa meir um handanina her

 

Á bókasavninum hava vit bókina Billie Eilish, sum næmingarnir kunnu læna, og um høvi býðst, so kunnu tey eisini lesa QR-kotuna við telefonini og hoyra sangin “What was I made for”

 

Tit, sum lesa hesa grein, kunnu eisini lesa QR-kotuna á bókini og plákatuni við tykkara telefon og hoyra sangin.