Kvæðadagurin 2024

8. februar 2024

Kvæðadagurin 2024

 

Í dag varð kvøðið í skúlanum. Hádeild á ovastu hædd, miðdeild í nýggju miðhøll og grunddeild í gomlu miðhøll.

 

Hvør árgangur hevði eitt kvæði. Tá árgangirnir høvdu kvøðið sítt kvæði, fór allir árgangirnir saman í ringin og kvóðu Stat op Santa Simeon, Veturin kom og Burtur á heiði.

 

Grunddeild hevði fingið vitjan og hjálp frá dansifelagnum. Gestirnir vóru imponeraðir av, hvussu væl grunddeild dugdi at kvøða.

 

Jórun og Hanna improvoseraðu ein spontanan sjónleik um søguna Flóvin Bænadiktson fyri næmingunum í miðdeild, áðrenn byrjað var at kvøða. Tað var sera stuttligt.

 

Køkurin bjóðaði sjálvandi eisini okkurt gott í dag. Grovbollar við glasur og frukt.

 

Her kunnu tit síggja nakrar myndir og video.