Føstulávintshald á Skúlatrøð 2024

9. februar 2024

Føstulávintshald
 

Í dag var spennandi at koma í skúla, tí tú visti ikki, hvørjum tú møtti, og hvør goymdi seg í vøkru, kreativu og spennandi búnunum.

 

Tað sást á grýlunum, at fleiri hava verið í gongd í nakrar dagar, og onkur man hava verið tíðliga upp í morgun, fyri at gera seg grýlukláran.

Skapandi evnini eru veruliga komin til sjóndar í dag.

Fyrst høvdu vit morgunsang sum vant, so var farið út at sláa pott. Síðani hugnaðu vit okkum við bolla og kakao, áðrenn ársins grýla varð kosin av 10. flokki. Ein grýla úr hvørjari deild. Vit hava mynd av ársins grýlu í grunddeiild, miðdeild og hádeild.

 

Vit hava tikið nakrar myndir av grýlum og pottasláingini.

 

Nú hava vit fingið eina lítla feriu, tí vit hava føstufrí. Vit møta aftur í skúla mikumorgunin klokkan 08.00.