Millummáltíð eisini til grunddeild

9. februar 2024


Nú matarskipanin hevur virkað eina tíð í mið- og hádeildini, verður hon eisini víðkað til grunddeild.
Frá mikudegnum 14.02.2024 fer matarskipanin at bjóða grunddeild eitt ábit kl. 09:00.
Fyrstu royndartíðina verður máltíðin borðreidd inni í skúlastovuni. Eftir eina tíð verður hetta eftirmett og møguliga tillagingar gjørdar.
Við hesum fáa allar deildirnar eitt ábit kl. 9:00/9:30.
Matarsteðgurin hjá miðdeildini er kl. 10:30, meðan matarsteðgurin hjá grund- og hádeild er kl. 11:15.
Meira kunning um matarskipanina fæst við at trýsta á leinkjuna: https://skulatrod.fo/12217 

 

Viðvíkjandi matvøru ovurviðkvæmi.

Hevur barnið matvøru ovurviðkvæmi, er umráðandi at fáa tað skjalfest fyri at tryggja, at øll fáa gagn av matarskipanini.
Meira kunning við at trýsta á leinkjuna: https://skulatrod.fo/12222