Matarskráin fyri viku 7

13. februar 2024

Matarskráin kann síggjast her

 

Súrepli

Tað eru fleiri sløg av súreplum og vaksa tey øll á ymiskum súreplatrøðum.

Tey ymisku sløgini eru klár at taka frá august til oktobur og halda tey sær upp til 4-6 mánaðar við at goyma tey myrkt og kalt.

Súrepli er gott at eta javnan, tí tað er orkufátækt, sum aðrar fruktir og gevur tær kosttrevjir, ið er gott fyri sodningarlagið. Harafturat er súrepli ein góð kelda til C og K-vitamin, sum er við til at styrkja bæði immunverjina, beinagrindina og er við til at lekja sár.

Slagið av tí súreplið, sum vit bjóða í komandi viku kallast "Elstar". Tað er eitt reyð/gult súrelpi sum er fast, saftigt og hevur søt/súrligan smakk. Tað er lekkurt bæði at eta fríkst og til ymiska matgerð.